Sjófeingismessa er í Barcelona hesar dagar. Messan er dagarnar 26 apríl til 28 apríl. Hendan messan hevur verið á hvøjum ári frá fyrst í 90 árunum til 2019. Í tvey ár var ongin messa vegna korona. Messan er nú flutt til Barcelona, tað er ein avgerð sum fyriskipararnir av messuni tóku.
Messan varð væl vitjað í dag, og básurin hjá Varðanum fekk nógva vitjan av bæði gomlum og nýggjum kundum frá mongum londum – enntá onkrir keyprar frá Ukraina vitjaðu.
![]()
Her síggjast stavsfólkini hjá Varðanum og Varðanum Pelagic, sum eru væl uppløgd at taka ímóti gestunum. Myndin er tikin beint áðrenn messan lat upp kl. 10:00
Comments are closed.