Væleydnað sjógætistiltak

Sjógæti

Væleydnað sjógætistiltak

Varðin Pelagic var við á mentanarnáttini á Tvøroyri seinasta fríggadag. Vit skipaðu fyri rundsýning á virkinum, listaframsýning við Finnleifi Mortensen, framløgu um svartkjaft og ikki minst okkara væl umtókta sjógætistiltaki.

Á sjógætistiltakinum borðreiddu vit við sjey ymiskum fiskarættum. Okkara køkur undir leiðslu av Unu Mortensen gjørdi súrsøta sild. Gutti Winther gjørdi heitroyktan makrel, svartkjaftasúpan og saltfiskabrandade úr toski frá Delta Seafood. Athiwat Kaeothonglang og Hi-Pex Jeerapat, ið til starvast í framleiðsluni hjá okkum, gjørdu djúpstoktar makrel-lummar, várrullur og sushi.

Allir rættirnir vóru sera væl umtóktir, og fleiri av teimum vitjandi vórðu ovfarin av, at so góður matur kann gerast úr uppsjóvarfiski.

Vit takka øllum, sum komu á vitjan hjá okkum á mentanarnáttini.
Facebooktwitterlinkedin
Upplivir tú ampar – sig okkum frá
Kunning um orsøk til ringa luktin fríggjadagin.
Varðin sýnir fram á fiskivinnumessu í Barcelona
Páskaheilsan frá Varðanum
Til minnis um Kára hjá skómakaranum í Gøtu
Les okkara ESG frágreiðing
Stjórin í nýggja sølufelagnum eitur Hendrik Egholm
Nýggjársheilsan
Gleðilig jól

Comments are closed.