Fyri at gera tað lættari hjá borgarum at gera vart við møguligar ampar frá Varðanum Pelagic, hava vit í eina tíð havt eitt talgilt oyðublað á heimasíðuni.
Oyðublaðið gevur borgarum møguleika at lýsa ampar tey uppliva (til dømis larm, lukt ella annað) beinleiðis til okkum. Fráboðanirnar hjálpa okkum at fáa eitt betri yvirlit og tryggja, at vit kunnu avgreiða fráboðanir á ein skipaðan hátt.
Allar fráboðanir verða viðgjørdar í trúnaði og verða bert nýttar í sambandi við okkara arbeiði at fyribyrgja og viðgera møguligar ampar.
Tú finnur oyðiblaðið her: Fráboðan av ampum



Comments are closed.