Tvey lærupláss í teknisku deild

Tvey lærupláss í teknisku deild

Varðin Pelagic søkir lærlingar til teknisku deild at byrja í januar 2025. Tvey lærupláss eru leys at søkja: eitt sum elektrikari og eitt sum maskinsmiður.

Vit leita eftir tær, sum:

  • Er sjálvbjargin, tekur ábyrgd og trívist við at loysa alskyns avbjóðingar.
  • Hevur áræði og vilja til at læra og mennast í einum spennandi og krevjandi umhvørvi.
  • Hevur áhuga fyri handaligum arbeiði.

Vit bjóða:

  • Eitt mennandi og fjølbroytt lærupláss, har tú verður ein virkin partur av eini dugnaligari tekniskari deild.
  • Eitt arbeiðspláss við góðum samstarvi millum starvsfelagar og ymiskar fakbólkar.
  • Avbjóðingar, sum geva fakliga og persónliga menning, í einum áhugaverdum arbeiðsumhvørvi.

Starvsstaðurin er á virkinum hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri. Skúlagongdin er á Glasi.

Løn og setanartreytir eru sambært lærlingasáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag  og Handverkarafeløgini.

Lærutíðin er 4 ár, men styttist um tú hevur SIT ella líknandi skúlaskeið.

Spurningar
Hevur tú spurningar í samband við læruplássini, kanst tú seta teg í samband við Rana Nolsøe Johannessen, umsitingarleiðara, á telefon 291685 ella teldupost rnj@vardin.fo.

Umsókn
Send umsókn, saman við CV og avriti av viðkomandi prógvum, til hr@vardin.fo.

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 3. januar 2025.

Facebooktwitterlinkedin
Søkt verður eftir maskinmanni til partrolara
Sjúrður Tollkasson sleipaður úr Gdansk til Skagen
Byggingin av frystitrolaranum, sum Mest byggir fyri Varðan, gongur eftir ætlan.
HR- & lønarumsitari til P/F Varðan Pelagic (farloyvisstarv)
Skrokkurin á nýggja frystitrolaranum, sum verður bygdur hjá Karstensens Skipsværft er málaður.
Upplivir tú ampar – sig okkum frá
Kunning um orsøk til ringa luktin fríggjadagin.
Varðin sýnir fram á fiskivinnumessu í Barcelona
Páskaheilsan frá Varðanum

Comments are closed.