Tummas T. landaði leygardagin umleið 900 tons av sild. Teir royndu norðuri á 64 stigum, miðalstöddin var 390 gram. Sum vanligt í hesum dögum, so máttu teir bíða í nakrar dagar eftir landingartörni. Umleið 600 tons vórðu framleidd á Faroe Pelagic, og heili 15 tangabilar vórðu koyrdir til Vestmanna Seafood. Hetta gav millum 300 og 400 tons. Ongantíð áður hevur virkið í Vestmanna tikið ímóti so stórari nögd frá einum skipið.
Eyðun Olsen, stjóri í Vestmanna Seafood, sigur at 25 fólk arbeiða á virkinum í tveimum vaktum, og alt í alt eru 35 fólk knýtt at virkinum.



Comments are closed.