Tróndur í Gøtu landaði 1.850 tonsum av sild hjá Varðanum Pelagic. Teir eru farnir á væntandi seinasta sildatúr í ár.

Tróndur í Gøtu landaði 1.850 tonsum av sild hjá Varðanum Pelagic. Teir eru farnir á væntandi seinasta sildatúr í ár.

Tróndur í Gøtu landaði 1.850 tons um vikuskyfti á Tvøroyri hjá Varðanum Pelagic, eftir at Voyager var liðugur at landa.Tróndur í Gøtu landaði 1850 tonsum av sild. Teir fiskaðu har sum føroysku skipin fiska sild í ár, norðanfyri Tromsø, á leiðini 70°46 N 20° E. Tróndur í Gøtu gjørdi 4 hál. Sildin var góð, men heldur smá – 280 gram í miðal. Hetta var annar sildatúrurin hjá Tróndi í Gøtu.

Fyrsta sildatúrin landaðu teir góð 1600 í Måløy. Tað tekur knapt 3 døgn at sigla á felti, og teir eru júst komnir útum føroyska sjómarki. Teir hava umleið 1.200 tons av sildakvotu eftir. Væntandi verður hetta triðji og seinast sildatúrurin í ár.

Veðrið á sildafeltinum hevur verið so avbera gott, og her eru tvær myndir av norðlýsinum, sum manningin á Tróndi í Gøtu hevur sent okkum.

Hendan myndi er av Tróndi, sum liggur við virkið hjá Pelagia í Måløy

Facebooktwitterlinkedin
Tróndur í Gøtu landaði 1.850 tonsum av sild hjá Varðanum Pelagic. Teir eru farnir á væntandi seinasta sildatúr í ár.
Gøtunes landar stórstu last av sild til matna nakrantíð. Teir landa hjá Varðanum Pelagic.
Nýggjársheilsan frá Varðanum
Jólaheilsan
Dunga Jákup M/tr sleipaður heim
Søkt verður eftir maskinmanni til partrolara
Sjúrður Tollkasson sleipaður úr Gdansk til Skagen
Byggingin av frystitrolaranum, sum Mest byggir fyri Varðan, gongur eftir ætlan.
HR- & lønarumsitari til P/F Varðan Pelagic (farloyvisstarv)

Comments are closed.