Tróndur í Gøtu kemur at liggja eitt knapt ár.

Tróndur í Gøtu kemur at liggja eitt knapt ár.

Sum kunnugt brotnaði gearið hjá Tróndi í Gøtu. Skaðin hendi 16. apríl. Tað vísti seg at skipið má hava nýtt gear. Ein tílík vøra er ikki goymsluvøra, men skal framleiðast til einstaka skipið, og tekur hetta fleiri mánaðir. Tróndur í Gøtu kemur væntandi at liggja eitt knapt ár.

Tróndur hevur bæði sild, makrel og svartkjaft eftir at fiska, so hetta hevur verið ein smeitur fyri bæði reiðarí og manning. Reiðaríðið hevur brúkt hesa tíðina til at finna eina loysn á støðuni, um annað hóskandi skip er til leigu. Umboð fyri Varðan hava verið úti og kannað ymisk skip, sum eru hóskandi til at fiska og avreiða fyrsta floks fisk til matna. Hetta er ynski og krav frá keyparunum av vørunum, sum Varðin framleiðir.

Felagið hevur verið í sambandi við eitt reiðarí í Skagen sum eigur eitt ára gamla skipið Gitte Henning, og hevur undirskrivað avtalu um leigu av skipinum. Avtalan inniber eisini forkeypsrætt, um P/F Varðin ynskir tað.

Gitte Henning kemur til Føroya um mánaðarskiftið august/september.

Facebooktwitterlinkedin
Jarðarferðin hjá Jákup Jacobsen verður týsdagin 17. december 2024 kl. 13 úr Gøtu kirkju.
Tvey lærupláss í teknisku deild
Stjóri til nýtt altjóða sølufelag
Nýtt altjóða sølufelag sett á stovn
Føroyski sendiharrin í Kina vitjaði básin hjá Varðanum í Qingdao
Varðin luttekur á fiskivinnustevnini China Fisheries & Seafood Expo 2024, sum er í Qingdao.
Varðin Pelagic luttekur á Lestrargonguni 2024
Her er leinki til stroymingina av dópinum og móttøkuni
Finnur Fríði kemur á Gøtu umleið kl. 15 leygardagin

Comments are closed.