Tróndur fingið nýtt gear

Tróndur fingið nýtt gear

Fyri góðum ári síðan fekk Tróndur í Gøtu gearskaða. Ein roynd varð gjørd at umvæla gearið, men umvælingin eydnaðist ikki, og neyðugt varð at bíleggja nýtt gear. Veitingartíðin til nýtt gear var umleið 9 mánaðir. Langa veitingartíðin komst av, at nýtt gear skuldi gerast. Í dag eru arbeiðsfólk frá reiðarínum og Mest í gongd við at fáa gearið uppá plass, og neyðugt hevur verið at skorið í stálið í dekkinum fyri at fáa húsan niður í maskinrúmið. Arbeiðið at seta gearið í, festa tað, sveisiarbeiðið o.s.fr. tekur umleið 4 vikur frá í dag.

IMG_0767

Facebooktwitterlinkedin
Byggingin av frystitrolaranum, sum Mest byggir fyri Varðan, gongur eftir ætlan.
HR- & lønarumsitari til P/F Varðan Pelagic (farloyvisstarv)
Skrokkurin á nýggja frystitrolaranum, sum verður bygdur hjá Karstensens Skipsværft er málaður.
Upplivir tú ampar – sig okkum frá
Kunning um orsøk til ringa luktin fríggjadagin.
Varðin sýnir fram á fiskivinnumessu í Barcelona
Páskaheilsan frá Varðanum
Til minnis um Kára hjá skómakaranum í Gøtu
Les okkara ESG frágreiðing

Comments are closed.