Takkarskriv frá Varðanum Pelagic

Takkarskriv frá Varðanum Pelagic

Varðin Pelagic harmast almikið um støðuna á virkinum á Tvøroyri, men vit eru samstundis sera takksom fyri, at øll komu út av virkinum rættstundis í øllum góðum, og at tað annars ikki stóðst nakar álvarsligur mansskaði í sambandi við ógvusliga eldsbrunan.

Varðin Pelagic vil hervið takka so hjartaliga fyri alla hjálp, samstarv og vælvild frá sløkkiliðum, bjargingarfeløgum og hjálparfólki úr allari suðuroynni, tilbúgvingini hjá Tvøroyrar kommunu og landinum, MRCC, løgregluni, tilbúgvingini og starvsfólkum hjá Varðanum Pelagic, Suðuroyar sjúkrahúsi, tyrluni hjá Altantsflog, Strandfaraskipum Landsins, manningunum á Brimli, Tjaldrinum, Samson, Triton og Smyril, sløkkiliðsfólki úr Tórshavn og frá Vága Floghavn, starvsfólki í ítróttarhøllini í Trongisvági og tvøráfólki annars, sum á ein fyrimyndarligan hátt hava samstarvað og gjørt sítt ítasta fyri at hjálpa til henda lagnudagin.

Eisini ein hjartans tøkk til tykkum mongu, sum lótu dyrnar upp kring alla suðuroynna fyri at hýsa fólki, sum í skundi mátti fara frá húsi og heimi.

Somuleiðis tøkk fyri blíðar heilsanir úr nær og fjar.

Hóast hetta er ein dyggur smeitur fyri Varðan Pelagic og ikki minst starvsfólk okkara, so fløvar tað at vita, at tá neyðin er størst, er hjálpin næst. Ein slíkur stuðul gevur okkum enn størri  áræði at reisast aftur sum skjótast.

Hjartans tøkk øll somul.

Nevnd og leiðsla í Varðanum Pelagic

 

 

 

Facebooktwitterlinkedin
Jarðarferðin hjá Jákup Jacobsen verður týsdagin 17. december 2024 kl. 13 úr Gøtu kirkju.
Tvey lærupláss í teknisku deild
Stjóri til nýtt altjóða sølufelag
Nýtt altjóða sølufelag sett á stovn
Føroyski sendiharrin í Kina vitjaði básin hjá Varðanum í Qingdao
Varðin luttekur á fiskivinnustevnini China Fisheries & Seafood Expo 2024, sum er í Qingdao.
Varðin Pelagic luttekur á Lestrargonguni 2024
Her er leinki til stroymingina av dópinum og móttøkuni
Finnur Fríði kemur á Gøtu umleið kl. 15 leygardagin

Comments are closed.