Stórur áhugi fyri feskum sildafløkum

Varðin Pelagic

Stórur áhugi fyri feskum sildafløkum

Í fjør tóku vit stig til at bjóða ókeypis fesk sildafløk til almenningin. Vit vóru ikki vís í, um hetta hevði áhuga millum fólk, men heldur óvæntað var áhugin sera stórur. Undirtøkan var so mikið góð, at avgjørt varð at endurtaka tiltakið í ár.

3. november raktu uppsjóvarskipini við sild, og fyrireikingarnar til sildatiltakið kundu byrja. Fyri at fáa eina ábending um, hvussu nógv sildafløk vit skuldu framleiða, bóðu vit øll áhugaði um at viðmerkja okkara facebook uppslag. 450 fólk vístu áhuga og viðmerktu uppslagið.

Av tí at fesk sild ikki er vanligur matur millum føroyingar, valdu vit at útvega uppskriftir, ið kundu nýtast sum íblástur til tilgerð av sildafløkunum. Í samstarvi við okkara dugnaligu starvsfólk í kantinuni, gjørdi kokkurin Gutti Winther tvær leskiligar uppskriftir uppá stokta sild.

Hósmorgunin, 10. november kom Finnur Fríði inn við 1.600 tonsum av góðari sild, ið var fiskað millum Føroyar og Ísland. Landingin byrjaði kl. 09.30. Vit settu eina framleiðslulinju av til at flaka, skralla og pakka sildina í 2 kg. frystiposar.

Sildafløkini vórðu síðani løgd í ískør, inntil tey vórðu heintaði. Fyri at tryggja at vit høvdu nokk av fløkum, framleiddu vit 550 posar. Kl. 15.30 var klárt at heinta uttanfyri skrivstovubygningin á havnarlagnum. Frá kl. 15.30 til kl. 19.00 var ein stríður streymur av fólki framvið hjá Varðanum Pelagic og heintaði sildafløk. Tá ið avtornaði vóru 500 posar av sild latnir teimum, ið komu framvið. Tað, ið eftir var, varð givið Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Fleiri fólk gjørdu okkum varug við, at tey eisini vóru áhugaði í at fáa sildafløk, men tey høvdu tíverri ikki havt møguleika at heinta sild ásetta dagin. Avgjørt varð, at framleiða 250 posar aftrat. Vit kunngjørdu á facebook, at tey, ið ikki høvdu fingið sild, kundu koma og heinta. Innan ein tími var farin, vórðu allir posarnir heintaðir. Tað vil siga, at tilsamans vórðu 1,6 tons av sildafløkum latin teimum, ið høvdu víst tiltakinum áhuga. 1,6 tons av sildafløkum er umleið 3,5 tons av rundari sild.

Vit á VP fegnast um, at tað vóru so nógv fólk, ið komu framvið eftir sildafløkum, og vístu tiltakinum áhuga. Føroyar hava stórar sildakvotur, og vit halda, at føroyingar áttu at etið meira av tí góða tilfeingi, sum vit hava. Kanska fesk sild aftur verður vanligur døgurðamatur hjá føroyingum.

Vit síggjast næsta ár.

Facebooktwitterlinkedin
Jarðarferðin hjá Jákup Jacobsen verður týsdagin 17. december 2024 kl. 13 úr Gøtu kirkju.
Tvey lærupláss í teknisku deild
Stjóri til nýtt altjóða sølufelag
Nýtt altjóða sølufelag sett á stovn
Føroyski sendiharrin í Kina vitjaði básin hjá Varðanum í Qingdao
Varðin luttekur á fiskivinnustevnini China Fisheries & Seafood Expo 2024, sum er í Qingdao.
Varðin Pelagic luttekur á Lestrargonguni 2024
Her er leinki til stroymingina av dópinum og móttøkuni
Finnur Fríði kemur á Gøtu umleið kl. 15 leygardagin

Comments are closed.