Vit leita eftir einum nærløgdum og væl skipaðum starvsfólki til roknskapardeildina hjá Varðanum í Gøtu.

Um starvið
Talan er um eitt fulltíðarstarv við tíðaravmarking í 1 ár, við starvsbyrjan skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu..
Viðkomandi vil saman við starvsfeløgunum á skrivstovuni samskipa fjølbroyttu uppgávurnar og tryggja at dagligi raksturin og bókhaldið er dagført.
Førleikakrøv
Vit sóknast eftir einum persóni sum:
•	Er ábyrgdarfullur
•	Er væl skipaður – eisini tá nógv er at gera
•	Er fyrikomandi og arbeiðssamur
•	Dugur føroyskt og enskt í skrift og talu
•	Hevur góðar KT-førleikar og er kringur á telduni
•	Hevur góðar royndir við bókhald
•	Hevur royndir við og er vanur at arbeiða í Excel
Tað er ikki eitt krav, men ein fyrimunur um viðkomandi hevur royndir innan Dynamics NAV/Business Central.
Uppgávur
•	Skipað arbeiðið so bókhaldið altíð er dagført
•	Skráseta inngangandi teldupostar
•	Bóka; herundir umsita og avstemma debitorar/kreditorar
•	Senda rokningar og kontoavrit
•	Gjalda rokningar
•	Lata inn MVG-uppgerð
•	Avgreiða lønir og lønarflytingar
•	Aðrar vanligar skrivstovuuppgávur
Uppgávurnar verða gjørdar í samstarv við starvsfeløgunum á skrivstovuni.
 
Setanarviðurskifti og umsókn
Vanlig arbeiðstíð er á skrivstovu felagsins í Syðrugøtu frá klokkan 08:00 til 16:00. Løn verður ásett eftir nærri avtalu.
Vilt tú hoyra nærri um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Rana Nolsøe Johannesen, umvegis telefon +298 291685 ella teldupost rnj@vardin.fo.
Umsókn við prógvum, CV og møguligum viðmælum kann sendast til vphr@vardin.fo í seinasta lagi fríggjadagin 23. august 2024.


 
		 
											


Comments are closed.