Skrivstovunæmingur innan fyrisiting til P/F Varðan Pelagic.

Skrivstovunæmingur innan fyrisiting til P/F Varðan Pelagic.

Starvslýsing
Varðin Pelagic lýsir eftir skrivstovunæmingi til setan 1. mars 2019 ella eftir nærri avtalu.

Sum skrivstovunæmingur hjá Varðanum Pelagic, kemur tú at læra hesar uppgávur:
• lønarumsiting
• telefonmóttøka
• tollavgreiðsla
• bókhaldsuppgávur
• umframt aðrar skrivstovuuppgávur

Lærutíðin er 2 til 4 ár, alt eftir hvørja útbúgving, umsøkjarin hevur, og í lærutíðini er skúlagongd partur av tíðini.

Starvsstaður er á høvuðsskrivstovuni á Tvøroyri, og kemur tú at verða ein partur av fíggjardeildini.

Førleikakrøv
Søkt verður eftir einum skrivstovunæmingi, ið hevur staðið miðnámsskúla, men hetta er ikki eitt krav.

Tað er ikki neyðugt at hava arbeiðsroyndir fyri at søkja starvið.

Vit ynskja ein næming, sum er røkin, ábyrgdarfull/ur, fyrikomandi og tekur ímóti og sær nýggjar arbeiðsuppgávur sum spennandi avbjóðingar. Harumframt vænta vit, at tú dugir væl at samstarva og samskifta við onnur og kann arbeiða sjálvstøðugt.

Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert lærupláss við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum á einum nýggjum virki í støðugari menning.

Setanarviðurskifti
Løn og setanartreytir eru sambært lærlingasáttmálanum millum S&K og FAG.

Meira at vita?
Vilt tú hava meira at vita, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Dánjal Thomsen fíggjarleiðara, á tlf. 29 16 84 ella við t-brævi til dtt@vardin.fo

Umsókn
Umsókn við avritum av prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum verða send til hr@vardin.fo

Umsóknarfreistin er 17. februar 2019.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

P/F Varðin Pelagic er felag við heimstaði á Tvøroyri. Høvuðsvirksemið hjá felagnum er at framleiða matvøruúrdráttir úr makreli, sild, svartkjafti og øðrum uppisjóvar fiskasløgum til útflutnings. Virksemið hjá felagnum er í støðugari menning. Umleið 120 fólk eru knýtt at virkinum, sum er eitt av teimum størstu í Europa innan uppsjóvarfisk.

Facebooktwittergoogle_pluslinkedin
Heilsuátak á Varðanum Pelagic
Vit søkja framleiðslufólk
Maskinfólk til P/F Varðin Pelagic á Tvøroyri – endurlýsing
Ólavur Fjørdal útlærdur
Varðin Pelagic nýggjan fíggjarleiðara
SKRIVSTOVUFÓLK TIL P/F VARÐIN PELAGIC Á TVØROYRI
MASKINFÓLK TIL P/F VARÐIN PELAGIC Á TVØROYRI
Varðin Pelaigc undirskrivað stuðulssáttmálar fyri 2019/20
Skrivstovulærlingur til Varðan

Comments are closed.