Til umsitingina hjá Varðanum P/F verður søkt eftir skrivstovulærlingi
Varðin P/F eigur og rekur 5 uppsjóvarskip og ein botnfiskatrolara, umframt eigur Varðin samtakið fleiri dóttirfeløg.
Høvuðssætið er í Syðrugøtu og starvast umleið 400 fólk í samtakinum, harav 6 í umsitingini hjá móðirfelagnum.
Vit bjóða:
- Eitt fjøltáttað og mennandi lærupláss, har tú fært ábyrgd og ávirkan á tín arbeiðsdag.
- Tú fært gott innlit í høvuðsvinnuna í Føroyum, fyrst og fremst skiparakstur, men eisini avleiddar vinnur í fiskivinnuni.
Sum skrivstovulærlingur hjá Varðanum kemur tú at læra innan bókhald, lønir, umframt aðrar umsitingaruppgávur.
Vit vænta, at tú:
- Hevur miðnámsprógv
- Ert fyrikomandi og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
- Sum persónur ert tú ágrytin, nærlagdur og íðin eftir at læra
Lærutíðin er 2-4 ár, alt eftir hvørja útbúgving tú hevur frammanundan.
Starvið verður sett sambært sáttmála millum S&K og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Starvið verður sett 1. mai 2019 ella eftir nærri avtalu.
Umsóknarfreistin er 29. mars 2019.
Umsókn við avritum av prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum verða send: tor@vardin.fo
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Tórheðin Jensen, umsitingarleiðara á tel 291600 ella tor@vardin.fo
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Comments are closed.