SKRIVSTOVUFÓLK TIL P/F VARÐIN PELAGIC Á TVØROYRI

Skrivstovufólk til Varðan Pelagic

SKRIVSTOVUFÓLK TIL P/F VARÐIN PELAGIC Á TVØROYRI

Á fíggjardeildini er fulltíðarstarv sum skrivstovufólk leyst at søkja

Vit søkja eftir einum skrivstovufólki til bókhaldið at byrja skjótast til ber.

Arbeiðsuppgávur

Arbeiðsuppgávurnar fevna millum annað um lønarkoyringar, kreditorbókhald, avstemman og aðrar uppgávur, ið eru fevndar av virkseminum á fíggjardeildini.

Førleikakrøv

Vit ynskja, at tú ert útbúgvin innan skrivstovu og ynskiligt er at tú hevur royndir frá líknandi starvi.

Tað er ein fyrimunur um tú hevur royndir við at arbeiða í TotalView, LøttLøn og Navision.

Sum persónur ert tú væl skipað/ur, støðug/ur, tekur við ábyrgd og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í tvørfagligum toymum. Eisini hevur tú ein jaligan hugburð til uppgávurnar og viðvirkar til gott samstarv við starvsfelagar.

Løn og setanarviðurskifti

Starvið er lønt eftir sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og S&K. Starvsstaðurin er á høvuðsskrivstovuni á Tvøroyri.

Umsókn

Umsókn við CV, avritum av viðkomandi prógvum og møguligum viðmælum verða send í telduposti til hr@vardin.fo. og skriva “skrivstovufólk” í tekstin. Umsóknarfreistin er sunnudagin 28. apríl 2019.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Nærri kunning um starvið

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Dánjal Thomsen, fíggjarleiðara á tlf. 29 16 84 ella dtt@vardin.fo

Facebooktwitterlinkedin
Jupiter seldur
Fiskeribladet skrivar: Rekordfangsten på kolmule verdt 11.075.670 kroner
Tróndur fingið nýtt gear
Jupiter í Måløy
Gitte Henning I landar í Killybegs
Varðin Pelagic stuðlar Susvim
Varðin Pelagic høvuðsstuðul hjá Tvøroyrar Bóltfelag
Fólkaskúlanæmingar í starvenjing hjá Varðanum Pelagic
Starvsvenjing umborð á Jupiter

Comments are closed.