Samtakið Varðin hevði eitt gott ár í 2021

Samtakið Varðin hevði eitt gott ár í 2021

Varðin hevði aðalfund 21. juni. Úrslitið vísti eitt EBITDA fyri 2021 á 332 milliónir krónur í mun til 236 milliónir krónur fyri 2020. Úrslitið eftir skatt var 131,8 milliónir krónur fyri 2021 samanborið við 99,3 milliónir krónur í 2020.

Parturin av EBIDTA, sum hoyrir til skipini var í 2021 188,2 mill. kr. (56,7%) og parturin hjá Varðin Pelagic var 139,8 mill. kr. (42,1%). Fyri undanfarna ár vísa hesi tølini at parturin hjá skipunum var 198,7 mill. kr. (84%) av samlaða EBIDTA, og parturin hjá Varðin Pelagic var 33,1 mill. kr. (7,8%). Varðin Pelagic hevur givið eitt lutfalsliga nógv størri íkast til samlaða úrslitið í 2021 í mun til 2020.

Varðin hevur goldið 103,6 milliónir krónir í skattum og avgjøldum um árið seinastu trý árini. Í 2021 var talið 117 milliónir krónur. Starvsfólka- og hýrukostnaðirnir vóru í 2021 197,6 milliónir. Varðin hevur íalt 370 fólk í starvi.

Um hugt verður eftir úrslitinum áðrenn skatt og avgjøld, so kann hetta sundurgreinast, sum víst niðanfyri:

Fiskiskapur

Samanumtikið var fiskiskapurin góður. Nøgdin av makreli vaks nakað frá undanfarna ári, og svartkjaftakvotan minkaði við 45%. Nøgdin av sild var á sama støði. Eftir tvey ár uttan lodnu, fiskaðu skipini hjá Varðanum umleið 3.300 tons í 2021.
Eftir Brexit mistu vit atgongdina til at fiska makrel í bretskum sjógvi, og skipini vórðu noydd at byrja makrelfiskiskapin á sumri, tá fiskurin er í føroyskum øki. Tá hevur makrelurin verri góðsku, og gevur lægri prís. Somuleiðis er nógv meiri sigling, tí makrelurin er meiri spjaddur yvir stórt øki í føroyskum, norskum og altjóða sjógvi. Hetta førdi við sær eina stóra hækking í oljunýtsluni hjá skipunum, og sæst tað á oljuútreiðslunum, sum hækkaðu úr 39,4 mill. kr. í 2020 til 62,2 mill. kr. í 2021. Ein partur av hækkingini var hækkandi oljuprísur. Príshækkingin heldur áfram í 2022 í enn stórri mun.

Framleiðsla og søla

Árið 2021 var merkt av methøgari framleiðslu og sølu, har meri enn 114.500 tons eru virkað, harav fremmand uppisjóvarskip landaðu eina stórri nøgd enn undanfarin ár. Árið hevur hildnast væl, hóast skipini vóru útilokað at fiska í bretskum sjógvi.
Framleiddur varð makrelur, fiskaður í føroyskum, norskum sjógvi og altjóða sjógvi.
Sild hevur eisini verið fiskað í føroyskum, íslendskum og altjóða sjógvi. Avbjóngar vóru við at fiska sild, tí at føroysk skip ikki sloppu at fiska í somu økjum sum íslends skip fiskaðu.
Lodna var framleidd í 2021 fyri fyrstu ferð í fleiri ár og gav henda eitt gott íkast til úrslitið.

Eins og undanfarin ár var uml. 18.000 tons av svartkjafti framleiddur og seldur til matna.

2021 var metár at taka ímóti fiski frá útlendskum skipum.

Íløgur

Fyri jól skrivaðu P/F Krossbrekka hjá P/F Varðanum og Karstensens Skibsværft A/S í Skagen undir sattmála um eitt nýtt nóta- og trolskip, sum skal vera 88 metrar langt. Sáttmálaprísurin er um 340 milliónir krónur. Skipið verður latið reiðarínum í januar 2024.
Varðin er eisini í holt við tvær aðrar nýggjar verkætlanir. Tann eina er Eyðabøur í Norðragøtu, har Varðin saman við Bústøðum, skal byggja 34 luta- og eigaraíbúðir. Ein partur av íbúðunum verða eldraíbúðir.

Hin verkætlanin er, at Varðin og Eysturkommuna skulu byggja nýtt kajøki norðanfyri Tjørnunes við Skálafjørðin. Talan er um 200 metur langa kaj í part, 400 metur íalt. Somuleiðis skal Varðin gera frystitunnlar.
Varðin Pelagic hevur gjørt íløgur í at økja orkuføri at skera fløk við fýra maskinum. Tað er ein fyrimunur fyri smáfallandi fisk, somuleiðis gevur tað størri smidleika at kunna nøkta tørvin hjá kundunum, at hava fleiri vørur at bjóða. Harafturat er hetta eitt stig í ætlanunum at framleiða meiri av svartkjafti til matna.

Facebooktwitterlinkedin
Jarðarferðin hjá Jákup Jacobsen verður týsdagin 17. december 2024 kl. 13 úr Gøtu kirkju.
Tvey lærupláss í teknisku deild
Stjóri til nýtt altjóða sølufelag
Nýtt altjóða sølufelag sett á stovn
Føroyski sendiharrin í Kina vitjaði básin hjá Varðanum í Qingdao
Varðin luttekur á fiskivinnustevnini China Fisheries & Seafood Expo 2024, sum er í Qingdao.
Varðin Pelagic luttekur á Lestrargonguni 2024
Her er leinki til stroymingina av dópinum og móttøkuni
Finnur Fríði kemur á Gøtu umleið kl. 15 leygardagin

Comments are closed.