Hans á Bakka, sum kom til landið á sumri 2015, hevur síðan hann kom, verið í vinnu, har hann hevur verið nýttur til tøku av laksi og avlúsing.
Seinastu dagarnar hevur Högiklettur verið útleigaður til Bakkafrost, at hjálpa til við arbeiðinum hjá Hans á Bakka. Arbeiðið hjá Högakletti er at taka ímóti feskvatni á SEV-verkinum á Eiði, og sigla vatnið til, har Hans á Bakka ger sítt arbeiði. Vatnið verður nýtt til at avlúsa við. At sleppa undan at sigla til og frá eftir vatni, ger arbeiði hjá Hans á Bakka munandi effektivari.
Högiklettur skal í fyrstu atløgu gera hetta arbeiði í fimm vikur.
Teir hava avlúsa á Gøtuvík, har vit fingu nakrar myndir tann eina dagin.
Myndatekstur:
Hans á Bakka og Høgiklettur á Gøtuvík.



Comments are closed.