Nýtt altjóða sølufelag sett á stovn

Nýtt altjóða sølufelag sett á stovn

Eigararnir handan P/F Varðan Pelagic hava í dag stovnað eitt nýtt altjóða sølufelag. Høvuðsuppgávan verður at standa fyri sølu av fiski og fiskaúrdrátti, umframt marknaðarføring og logistikki. 

Við støði í teimum drúgvu royndunum, sum eigararnir hava, er talan um eitt spennandi nýtt felag við góðum framtíðarútlitum, og einum týðandi leikluti í at nøkta vaksandi altjóða eftirspurningin eftir føroyskum fiskavørum.

Eigararnir síggja stórar møguleikar við einum sølufelag, sum selur eina breiða viftu av fiskavørum, samstundis sum ætlanir eru um útbyggingar – bæði á landi og sjógvi.

Í sambandi við, at sølufelagið er stovnað, verður søkt eftir einum stjóra, sum setur høg mál og ynskir at uppbyggja og menna felagið. Stjórin í nýggja sølufelagnum skal eisini vera við til at tryggja og styrkja støðuna hjá føroyskum fiskavørum á heimsmarknaðinum.

Eigararnir handan Varðan Pelagic eru P/F Varðin, P/F Delta Seafood, P/F Kimbil og P/F Bacalao.

Facebooktwitterlinkedin
Jarðarferðin hjá Jákup Jacobsen verður týsdagin 17. december 2024 kl. 13 úr Gøtu kirkju.
Tvey lærupláss í teknisku deild
Stjóri til nýtt altjóða sølufelag
Nýtt altjóða sølufelag sett á stovn
Føroyski sendiharrin í Kina vitjaði básin hjá Varðanum í Qingdao
Varðin luttekur á fiskivinnustevnini China Fisheries & Seafood Expo 2024, sum er í Qingdao.
Varðin Pelagic luttekur á Lestrargonguni 2024
Her er leinki til stroymingina av dópinum og móttøkuni
Finnur Fríði kemur á Gøtu umleið kl. 15 leygardagin

Comments are closed.