Nýggj makrelsesong og nýggj andlit á Varðanum Pelagic

nýggj starvsfólk á Varðanum Pelagic

Nýggj makrelsesong og nýggj andlit á Varðanum Pelagic

Framleiðslan á Varðanum Pelagic er byrjað, og virkið er fult í sving, nú nýggj og afturvendandi starvsfólk aftur manna fabrikkina.

Í síðstu viku hevði Varðin Pelagic kunningardag fyri nýggju starvsfólkunum, áðrenn tey høvdu sín fyrsta arbeiðsdag. Dagurin byrjaði við, at nýggju starvsfólkini fingu bjóðað kaffi og annað gott. Tað er umráðandi, at starvsfólk kenna seg vælkomnan á sínum nýggja arbeiðsplássi, og høvið varð til at heilsa uppá hvønn annan fyri at koma hvørjum øðrum til kennar.

Ein framløga varð hildin fyri nýggju starvsfólkunum, har tey fingu vitan um samtakið, bygnaðin og virkið. Varðin Pelagic framleiðir fiskavørur til matna til kundar kring allan heimin. Tí varð stór áherðsla løgd á handfaring av fiski, reinføri, arbeiðsmannagongdir og trygd, hetta fyri at tryggja bestu vørugóðsku.

Síðani vórðu nýggju starvsfólkini víst runt á virkinum, og tey fingu at vita, hvørjar arbeiðsuppgávur hvør einstakur fekk tillutað.

Tað gleðir okkum at hava nýggj og roynd starvsfólk aftur til arbeiðis á Varðanum Pelagic.

Facebooktwitterlinkedin
Jarðarferðin hjá Jákup Jacobsen verður týsdagin 17. december 2024 kl. 13 úr Gøtu kirkju.
Tvey lærupláss í teknisku deild
Stjóri til nýtt altjóða sølufelag
Nýtt altjóða sølufelag sett á stovn
Føroyski sendiharrin í Kina vitjaði básin hjá Varðanum í Qingdao
Varðin luttekur á fiskivinnustevnini China Fisheries & Seafood Expo 2024, sum er í Qingdao.
Varðin Pelagic luttekur á Lestrargonguni 2024
Her er leinki til stroymingina av dópinum og móttøkuni
Finnur Fríði kemur á Gøtu umleið kl. 15 leygardagin

Comments are closed.