Nú er klárt at byggja uppaftur.

Nú er klárt at byggja uppaftur.

9. juni brendi virkið hjá Varðanum Pelagic í grund, eftir stóð frystihúsið og skrivstovan. Surimivirkið brendi ikki, men bygningurin hevði tó fingið skaða og bleiv tikin niður. Ein nýggjur bygningur verður bygdur, eitt nýtt nýmótans virki, sum skal standa klárt um árskifti ella tíðliga í nýggja árinum.

Fundamentið til bygningin og frystararnar verður stoypt í hesum døgum. Frystararnir koma til landið og verða settir upp heilt skjótt.

Tað er felagið hjá Thorman og Mortan Vang, SP/F MTV-BYGGIVIRK, sum stendur fyri byggingini av bygninginum.

Her eru nakrar myndir, sum vóru tiknar 13. september 2017.Fundamenti til ovaru síðu av bygninginum.


Her síggjast maskinurnar, sum eru í holt við at stoypa fundamentini til nýggju frystararnar.

Fundamentini til nýggja bygningin verða stoypt.

Gott var at hesin múrurin helt.

Facebooktwitterlinkedin
Jarðarferðin hjá Jákup Jacobsen verður týsdagin 17. december 2024 kl. 13 úr Gøtu kirkju.
Tvey lærupláss í teknisku deild
Stjóri til nýtt altjóða sølufelag
Nýtt altjóða sølufelag sett á stovn
Føroyski sendiharrin í Kina vitjaði básin hjá Varðanum í Qingdao
Varðin luttekur á fiskivinnustevnini China Fisheries & Seafood Expo 2024, sum er í Qingdao.
Varðin Pelagic luttekur á Lestrargonguni 2024
Her er leinki til stroymingina av dópinum og móttøkuni
Finnur Fríði kemur á Gøtu umleið kl. 15 leygardagin

Comments are closed.