Nú er gott svartkjaftafiskarí í föroyskum sjógvi

Nú er gott svartkjaftafiskarí í föroyskum sjógvi

Nú er svartkjafturin komin inn í föroyskan sjógv, og svartkjaftaskipini hava fingið nógvan svartkjaft seinastu dagarnar.

Upp ímóti 40 svartkjaftaskip lógu suðuri við markið og bíðaðu eftir at svartkjafturin kom inn í föroyskt öki. Harav vóru knapt ein fjórðingur av teimum föroysk skip; ein stórur partur av skipunum eru íslendsk skip.

Íslendarar hava hækkað sær svartkjaftakvotuna nógv í ár, og fiska teir alla kvotuna í föroyskum sjógvi. Teir landa allan sín svartkjaft í Íslandi, og föroyingar hava onki krav sett, um at teir skulu landa ein part av fiskinum, teir fiska í föroyskum sjógvi, í Föroyum – hóast teir krevja at föroyingar landa ein part av fiskinum í Íslandi, sum vit fiska í Íslandi.

Tá so nógv skip fáa fulla last í senn, er sjálvandi kö fyri at sleppa framat at landa hjá Havsbrún. Finnur Fríði var liðugur at landa sunnudagin, og fóru nýggjan túr. Tróndur í Götu kom til kaj sunnukvöldið, og sloppu framat at landa á dögurða mánadagin, og loystu aftur í morgun. Jupiter hevur kós ímóti Fáðskrúðsfyrði í Íslandi. Teir hava ca.2500 tons. Í Føroyum hövdu teir ikki sloppi framat at landa fyrr enn í fyrsta lagi hósdagin. Borgarin og Høgaberg skulu fyrst framat í Fuglafirði við ávíkavist 2600 og 2000 tonsum.

Prísurin í Íslandi er tann sami sum í Føroyum. 1,10 krónu fyri kg. Tilfeingisgjaldið er 20 oyru fyri hvørt kilo.

 

Facebooktwitterlinkedin
Gøtunes landar stórstu last av sild til matna nakrantíð. Teir landa hjá Varðanum Pelagic.
Nýggjársheilsan frá Varðanum
Jólaheilsan
Dunga Jákup M/tr sleipaður heim
Søkt verður eftir maskinmanni til partrolara
Sjúrður Tollkasson sleipaður úr Gdansk til Skagen
Byggingin av frystitrolaranum, sum Mest byggir fyri Varðan, gongur eftir ætlan.
HR- & lønarumsitari til P/F Varðan Pelagic (farloyvisstarv)
Skrokkurin á nýggja frystitrolaranum, sum verður bygdur hjá Karstensens Skipsværft er málaður.

Comments are closed.