Á teknisku deild er starv sum maskinfólk leyst at søkja til byrjan skjótast gørligt
Fyri at framtíðartryggja teknisku deild er tørvur á einum maskinsmiði afturat.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar fevna millum annað um viðlíkahald, umvæling og optimering av tekniskari útgerð á virkinum.
Førleikakrøv
Vit ynskja, at tú ert maskinsmiður ella maskinistur og hevur hollan kunnleika til frystiútgerð.
Sum persónur ert tú væl skipað/ur, støðug/ur, tekur við ábyrgd og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í tvørfagligum toymum. Eisini hevur tú ein jaligan hugburð til uppgávurnar og viðvirkar til gott samstarv við starvsfelagar.
Setanarviðurskifti
Maskinfólkið starvast í vaktum á 12 tímar, skiftivís á dagvakt og náttarvakt. Tá ongin framleiðsla er, verður arbeitt vanliga dagtíð. Løn sambært avtalu.
Av praktiskum áðum, so skal tann, ið settur verður, annahvørt búgva fast í, ella vera sinnaður at flyta til Suðuroy.
Umsókn
Umsókn við CV, avritum av viðkomandi prógvum og møguligum viðmælum verða send í telduposti til hr@vardin.fo.Umsóknarfreistin er fríggjadagin 26. apríl 2019.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Nærri kunning um starvið
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Fróða Petersen, tekniska leiðara á tlf. 29 17 80 ella fgp@vardin.fo. ella Jón Næs, formann fyri maskinfólk á tlf. 291781 ella jona@vardin.fo
Comments are closed.