Fríggjadagin stutt eftir døgurða fóru starvsfólk á Varðanum Pelagic at gera klárt til framleiðslu, sum skuldi byrja leygarmorgunin kl. 8.
Vanlig mannagongd er altíð at skola øll rør ígjøgnum, eins og tað eisini altíð verður skolað ígjøgnum, tá framleiðsla endar. Hetta er fyri at tryggja at onki gamalt vatn stendur eftir í rørunum. Alt, sum verður skolað út, fer gjøgnum spillivatnsreinsiskipanina og síðani í spillivatnsrør út á sjógv. Hendan mannagongd bleiv eisini fylgd fríggjadagin, men tað gjørdist skjótt greitt, at okkurt óvanligt var áfatt, tí ein ringur luktur breiddi seg. At tað skuldi gerast so grelt, at tað breiddi seg langt niðan í býin, harmast vit almikið.
Starvsfólk hava í dag gjøgnumgingið rørskipanina fyri at finna fram til, hvørja ábøtur skulu gerast, fyri at hetta ikki skal endurtaka seg. Vit vóna, at hetta ikki kemur fyri aftur.



Comments are closed.