Varðin keypti 50% í FMP í 2016. Eirikur á Húsamørk átti hin helmingin.
Felagið hevur gjørt stórar íløgur og hevur havt brúk fyri nýggjum kapitali, og Varðin hevur nú sett 10 mill. kr. í afturat, soleiðis at Varðin nú eigur 86% og Eirikur á Húsamørk 14%.
Afturat tí eru hesar broytingar gjørdar í felagnum:
Nýggjur stjóri í felagnum eitur Jákup Eli Thomsen, sum hevur verið rakstrarleiðari hjá Faroe Origin. Fráfarandi stjórin, Eirikur á Húsamørk hevur tikið sæti í nevndini. Aðrar broytingar eru, at Niels Winther Poulsen og Hallgerð á Húsamørk eru farin úr nevndini. Sostatt er nevndin nú soleiðis mannað: Bergur Poulsen, nevndarformaður, Eirikur á Húsamørk, David Jacobsen og Bogi Jacobsen.



Comments are closed.