Kann nýggja protein- og lýsivirkið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri nýta grøna elorku frá netinum hjá SEV?

Kann nýggja protein- og lýsivirkið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri nýta grøna elorku frá netinum hjá SEV?

Varðin Pelagic er í einari tilgongd at fyrireika eitt møguliga nýtt protein og lýsivirkið á havnarlagnum á Tvøroyri.

Í hesum sambandi hava Varðin Pelagic, Umhvørvisstovan og SEV verið í tøttum samstarvi um eina verkætlan, har kannað hevur verið, um tað ber til at menna eina orkuskipan til nýggja virkið, sum Varðin Pelagic ætlandi fer at byggja. Virkið, ið møguliga verður bygt, skal eftir ætlan brúka grøna elorku heldur enn olju. Vanliga nýta virki av hesum slag brenniolju og oljufýr sum orkukeldu.

Varðin Pelagic hevur í dag stórt fokus á umhvørvisvinarliga framleiðslu, og orkunýtslan, ið verður nýtt, er í høvuðsheitum grundað á avlopshita, sjóhita og el, sum verður leverað frá SEV í Suðuroynni. Hesari gongdini ynskir Varðin Pelagic at halda fram við.

Nýggja loysnin, sum arbeitt verður við í løtuni, umfatar hitapumpur, orkugoymslu og orkuveiting frá elnetinum hjá SEV í Suðuroynni. Tað eru serkøn fólk frá Teknologisk Institut í Danmark, sum, saman við ráðgevum hjá Varðanum Pelagic, ORKA og SEV, standa fyri kanningararbeiðinum.

Arbeiðssetningurin er at finna út av, um ein slík slóðbrótandi loysn kann fáast at virka soleiðis, at komandi verksmiðjan, eftir nøkrum árum, einans kann rekast við grønari elorku. Fyrstu árini verður tó neyðugt, at oljufýr verður ein partur av loysnini.

Orkutørvurin til nýggja virksemið verður stórur, og m.a. verður møguleikin at seta fleiri vindmyllur upp, fyri at tryggja grøna elframleiðslu, eisini kannaður. Verkætlanin, sum er eitt nýbrot á hesum vinnuøkinum, ikki bara í Føroyum, verður gjørd í samstarvi við Umhvørvisstovuna og SEV.

Verkætlanin verður fíggjað av Varðanum Pelagic og hevur fingið stuðul frá játtanini hjá Umhvørvismálaráðnum til alternativar grønar orkuverkætlanir.

Stórur dentur verður lagdur á at royna at gera nýggju framleiðsluna tíðarhóskandi og umhvørvisvinarliga.

Facebooktwitterlinkedin
Jarðarferðin hjá Jákup Jacobsen verður týsdagin 17. december 2024 kl. 13 úr Gøtu kirkju.
Tvey lærupláss í teknisku deild
Stjóri til nýtt altjóða sølufelag
Nýtt altjóða sølufelag sett á stovn
Føroyski sendiharrin í Kina vitjaði básin hjá Varðanum í Qingdao
Varðin luttekur á fiskivinnustevnini China Fisheries & Seafood Expo 2024, sum er í Qingdao.
Varðin Pelagic luttekur á Lestrargonguni 2024
Her er leinki til stroymingina av dópinum og móttøkuni
Finnur Fríði kemur á Gøtu umleið kl. 15 leygardagin

Comments are closed.