Í dag, 18.mai bleiv Jupiter avhendaður til Northwest Pelagic í Kollafirði. Skipið fer væntandi til fiskiskap í kvøld undir sama navni, og gamla manningin kemur at sigla við nakrar túrar til svartkjafturin er liðugur.
Á myndini hava Jákup Jacobsen og Jógvan Martin Ferjá júst skriva undir keypsavtaluna.
Jupiter hevur hoyrt til Gøtu síðani í byrjanini av sjeyti árunum, undantikið eitt tíðarskeið fram til 1994 tá Atli Hansen(sáli) saman við øðrum tóku stig til at stovna felagið P/F Driftin og keyptu nótaskipið Jupiter aftur til bygdina. Atli dreiv reiðaravirksemi øll árini fram til 2006 tá P/F Varðin keypti felagið hjá Jupiter, P/F Driftin, og felagið bleiv ein partur av virkseminum hjá Varðanum.
Jupiter er bygdur á Langsten skipasmiðjuni í 1994.



Comments are closed.