Jupiter mynstraði tíðliga í nýggja árinum, og fóru á svartkjaft heilt suðuri í føroyskum sjógvi. Teir lógu bakk ein dag, men annars hevur verið veður at fiska.
Jupiter fekk uppí seint í gjárkvøldið, og vóru inni á Fuglafirði í nátt. Tað er kø hjá Havsbrún fyri at sleppa at landa og vænta teir á Jupitera at sleppa framat týskvøldið.
Ætlanin er at fara aftur á svartkjaftaveiðu



Comments are closed.