Jarðarferðin hjá Jákup Jacobsen verður týsdagin 17. december 2024 kl. 13 úr Gøtu kirkju.

Jarðarferðin hjá Jákup Jacobsen verður týsdagin 17. december 2024 kl. 13 úr Gøtu kirkju.

Jarðarferðin hjá Jákup Jacobsen verður týsdagin 17. december 2024 kl. 13 úr Gøtu kirkju.

Jákup Jacobsen, eisini nevndur Dunga-Jákup, úr Syðrugøtu gjørdist 78 ára gamal.

Jákup var sonur Poul Andreas á Dunganum úr Syðrugøtu, og Hensiu f. Zachariassen, ættað úr Streymnesi.

Jákup var sjálvur annar við til at stovna Varðan, saman við Tummasi Thomsen 28. november í 1985. Seinastu nógvu árini hava tað verið 11 eigarar. Í januar 1987 fingu teir skipið Tróndur í Gøtu. Jákup legði frá sær sum stjóri 1. apríl 2020.

Hann dugdi væl at halda saman uppá felagsskapin. Varðin menti seg nógv undir hansara leiðslu, til at vera eitt av stóru feløgunum í Føroyum við fleiri skipum, og øðrum fiskivinnuvirksemi, og telur hetta í dag tilsamans 100 tals starvsfólk.

Jákup var virkin í kommunupolitikki í mong ár. Hann var í Gøtu bygdarráð í 12 ár, frá 1977 til 1989, og harav tey fýra síðstu árini sum borgarstjóri.

Jákup var bóndasonur, og tók hann við festinum, eftir pápa sín, “Fyri Oman Heiðar” tann 12. juli í 1996. Festi ber 70 áseyðir.

Jákup giftist tann 18. desember 1976 við Malenu Petersen úr Klaksvík, vanliga nevnd Lena, f. 1951, dóttir til Arna Petersen úr Oyndarfirði og Martinu Petersen f. Tausen av Eiði. Jákup og Lena eiga fýra børn og 10 abba- og ommubørn og tvey langabba- og ommubørn.

Jákup hevði fólkatekki. Hann gav sær stundir at tosa við fólk, og dugdi at lurta eftir fólki, og fólk lurtaðu eftir, tá ið hann tosaði. Skemtingarsamur var hann eisini. Jákup var ein góður starvsfelagi og reiðari.

Vit vilja hervið lýsa frið yvir minni um okkara kæra starvsfelaga Jákup Jacobsen.

Starvsfelagarnir á Varðanum.

Leinkja til at fylgja við jarðarferðini er her:

Jarðarferðin hjá Jákup Jacobsen

Facebooktwitterlinkedin
Jarðarferðin hjá Jákup Jacobsen verður týsdagin 17. december 2024 kl. 13 úr Gøtu kirkju.
Tvey lærupláss í teknisku deild
Stjóri til nýtt altjóða sølufelag
Nýtt altjóða sølufelag sett á stovn
Føroyski sendiharrin í Kina vitjaði básin hjá Varðanum í Qingdao
Varðin luttekur á fiskivinnustevnini China Fisheries & Seafood Expo 2024, sum er í Qingdao.
Varðin Pelagic luttekur á Lestrargonguni 2024
Her er leinki til stroymingina av dópinum og móttøkuni
Finnur Fríði kemur á Gøtu umleið kl. 15 leygardagin

Comments are closed.