Jákup Jacobsen leggur frá sær sum stjóri, og Bogi Jacobsen tekur við leiðsluni.

Jákup Jacobsen leggur frá sær sum stjóri, og Bogi Jacobsen tekur við leiðsluni.

Aftaná 35 ár sum stjóri hjá Varðanum hevur Jákup Jacobsen valt at leggja frá sær, og Bogi Jacobsen tók við eftir pápa sín frá 1. august 2020. Jákup var annar av stigtakarunum til at seta Varðan á stovn og hevur staðið á odda fyri menningini av felagnum, frá einum skipi til eitt fult vertikalt integrerað fiskivinnufelag við fýra stórum skipum, eins og framleiðslu og sølu av fiskavørum um allan heim; og felagið hevur í dag eina eginogn á 1,5 mia krónur. Jákup tekur seg somuleiðis úr nevnd felagsins.

Bogi Jacobsen, sum er 41 ára gamal og er parteigari í Varðanum, hevur starvast í felagnum í meiri enn 20 ár. Bogi, sum hevur skipsføraraútbúgving, var skipari á Finni Fríða frá 2003, til hann tók við starvinum sum stjóri á Varðanum Pelagic í 2012. Hann hevur sitið í nevndini hjá Varðanum síðani 2014, og hevur hann verið formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelagi síðani 2017.

Bogi Jacobsen

P/F Varðin varð stovnað í 1985. Tað vóru menn úr Gøtu, sum tóku stig til at byggja nóta- og trolbátin Trónd í Gøtu, sum varð grundarsteinurin undir Varðanum. Í dag rekur reiðaríið nóta- og trolskipini Tróndur í Gøtu, Finnur Fríði, Gøtunes og Tummas T. Harafturat lemmatrolaran Rankin. Varðin eigur umleið 76% av Varðanum Pelagic og 50% av feløgunum Faroe Origin og Faroe Marine Products, umfram í øðrum feløgum. Felagið umsetti fyri knappar 900 milliónir krónur í 2019 og hevði umleið 300 fólk í starvi.

Facebooktwitterlinkedin
Jarðarferðin hjá Jákup Jacobsen verður týsdagin 17. december 2024 kl. 13 úr Gøtu kirkju.
Tvey lærupláss í teknisku deild
Stjóri til nýtt altjóða sølufelag
Nýtt altjóða sølufelag sett á stovn
Føroyski sendiharrin í Kina vitjaði básin hjá Varðanum í Qingdao
Varðin luttekur á fiskivinnustevnini China Fisheries & Seafood Expo 2024, sum er í Qingdao.
Varðin Pelagic luttekur á Lestrargonguni 2024
Her er leinki til stroymingina av dópinum og móttøkuni
Finnur Fríði kemur á Gøtu umleið kl. 15 leygardagin

Comments are closed.