HR- & lønarumsitari til P/F Varðan Pelagic (farloyvisstarv)

HR- & lønarumsitari til P/F Varðan Pelagic (farloyvisstarv)

Varðin Pelagic sóknast eftir einum ágrýtnum og fyrikomandi starvsfelaga til farloyvisstarv sum HR- & lønarumsitari. Starvið er eitt tíðaravmarkað fulltíðarstarv frá 1. desember 2025 til 1. mars 2027. 

Um starvið
Sum HR- & lønarumsitari verður tú ein týðandi partur av umsitingini og hevur ein leiklut í at tryggja ein vælskipaðan, dagligan rakstur. Tú kemur at arbeiða tætt saman við starvsfeløgum í umsitingini, fíggjardeildini og felagnum annars.

 Arbeiði fevnir m.a. um:

  • Lønarumsiting og avrokning av lønum
  • Umsiting og dagføring av KT-skipanum (lønarskipan, stempulskipan o.a.)
  • Samskipan og ráðgeving í samband við starvssetanir, starvsfólkamál o.a.
  • Samskifti við almennar stovnar og mynduleikar v.m.
  • Ymiskar uppgávur í fíggjardeildini, ið eru knýttar at starvinum

Vit leita eftir persóni, ið hevur:

  • skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving
  • kunnleika til lønar- og starvsfólkaviðurskifti: royndir á økinum er ein fyrimunur, men ikki eitt krav
  • evni at arbeiða sjálvstøðugt, skipað og málrættað
  • góð samstarvsevni og dugir væl at samskifta; bæði munnliga og skriftliga

Setanarviðurskifti og umsókn
Varðin Pelagic er eitt áhugavert og spennandi arbeiðspláss við nógvum ymiskum fakbólkum. Tú verður partur av umsitingini og fíggjardeildini, har vit bjóða eitt spennandi og avbjóðandi starv við fjølbroyttum uppgávum. Talan er um eitt fulltíðarstarv við møguleikum fyri bæði persónligari og fakligari menning. Løn og treytir sambært avtalu.

Arbeiðsstaðurin er á skrivstovuni hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri.

Vilt tú hoyra nærri um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Rana Nolsøe Johannessen, umsitingarleiðara, á +298 291685 ella rnj@vardin.fo.

Umsókn við prógvum, CV og møguligum viðmælum kann sendast til hr@vardin.fo í seinasta lagi fríggjadagin 17. oktober 2025.

Facebooktwitterlinkedin
HR- & lønarumsitari til P/F Varðan Pelagic (farloyvisstarv)
Skrokkurin á nýggja frystitrolaranum, sum verður bygdur hjá Karstensens Skipsværft er málaður.
Upplivir tú ampar – sig okkum frá
Kunning um orsøk til ringa luktin fríggjadagin.
Varðin sýnir fram á fiskivinnumessu í Barcelona
Páskaheilsan frá Varðanum
Til minnis um Kára hjá skómakaranum í Gøtu
Les okkara ESG frágreiðing
Stjórin í nýggja sølufelagnum eitur Hendrik Egholm

Comments are closed.