Heilsuátak á Varðanum Pelagic

Heilsuátak á Varðanum Pelagic

Á Varðanum Pelagic hava starvsfólkini í 10 dagar havt fokus á rørslu og á grøna umhvørvi. Á gongutúrunum hava starvsfólkini savnað skrell, sum tey hava sæð á vegnum.

Í matstovuni á Varðanum Pelagic hevur eisini verið størri tilvitan um at gera heilsugóðan mat.

Tað er prógvað, at rørsla er góð fyri likam og sál, vit orka betri, hava lættari við at miðsavna okkum og kenna eina vælveru.

Rørsla er ein ágóði hjá bæði starvsfólki og arbeiðsplássinum, tí starvsfólk, ið røra seg, eru væl fyri og hava meira orku.

Hesar 10 dagarnar hava tey 22 starvsfólkini, ið hava verið við, gingið gott 2.400 km, og endamálið er, at starvsfólkini halda fram við gongutúrunum, eisini aftaná, at átakið er liðugt.

Nógv skrell var savna hesar 10 dagarnar. Hetta er tað ein persónur savnaði á einum túri á uml. 10 km

Nógv skrell varð savnað hesar 10 dagarnar. Hetta er tað ein persónur savnaði á einum túri á uml. 10 km

 

Facebooktwitterlinkedin
Myndir av nýggja Finnur Fríða í Skagen
Felagið Nótaskip og Varðin við í granskingarverkætlan saman við Setrinum og Havstovuni.
MEST byggja frystitrolara til Varðan
Tróndur í Gøtu seldur til Gardar í Norra
Gøtunes landar 600 tons til FMP
Gleðilig jól og gott nýggjár
Kann nýggja protein- og lýsivirkið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri nýta grøna elorku frá netinum hjá SEV?
Jólaheilsan
Kunning um marineraða sild

Comments are closed.