Gøtunes
Gøtunes mynstraði 17 januar og teir sigldu knapt trý døgn eystureftir, har skipini fiska sild norðanfyri Tromsø, á leiðini 70*40 N 20* E. Hetta er langt norðanfyri polarsirkulin, sum er á 66°33′ N
Gøtunes gjørdi 9 tov og teir fingu tilsamans 2650 tons av sild.
Hetta man vera stórsta sildalast, sum nakrantíð er fiska til matna.
Her kemur kapasiteturin og støddin á skipinum til sín rætt, tí forholdið vatn og fiskur er júst tað sama hjá hinum uppisjóvarskipunum, sum vanligt er at brúka. Ferðin er long og fyrimunur er at hava stóra last tá ferðin er long, fyri at avmarka orkunýtsluna, tá tað er møguligt.
Sildin er nógv smærri í Norra – 280 gram í miðal samanborið við 370 gram í føroyskum-, íslendskum og altjóða sjógvi. Men sildin hevur støðast í íslendskum sjógvi út á heysti, seinastu árini, har føroysku skipini ikki eru sloppin innum.
Væntandi verður tað mesta av sildini í ár fiska nú, so onki verður eftir til heystar. Vansin er at smærra sildin hevur lægri prís, og verður fyri ein part seld til aðrar marknaðir, enn teir vanligu hjá føroyingum.
Her eru nakrar myndir, sum manningin á Gøtunesi hevur sent okkum.
![]()
![]()
![]()
Comments are closed.