Svartkjaftaskipini eru inni vegna veður. Gøtunes eru seinasta svartkjaftaskipið, ið kemur inn. Teir verða inni kl 17 í dag við 600 tonsum av svartkjafti. Gøtunes leggur at kaj í Runavík, og fiskurin verður koyrdur við bili til FMP í Leirvík. Tey framleiða umleið 200 tons um samdøgrið, so tað tekur tríggjar dagar at framleiða.
Veðrið er ringt í løtuni á feltinum, og tað viðrar ikki aftur fyrr enn seint í komandi viku.
Um hesa tíðina í fjør høvdu svartkjaftaskipini fiskað góð 75.000 tons, men fiskiskapurin hevur verið heldur lakari í ár, samanborið við í fjør. Tað eru tilsamans fiskað 53.000 tons í ár sambært heimasíðuni hjá Vørn.



Comments are closed.