Gøtunes landaði í dag 770 tons.

Gøtunes siglir framvið Lítludímun

Gøtunes landaði í dag 770 tons.

Fiskiskapurin eftir makreli er ikki so góður enn, men tað, at skipini fáa fiskað í felagsskapi, hjálpir væl. Hendan túrin pumpaði Gøtunes frá fleiri skipum, og tilsamans bleiv tað 770 tons, sum ikki er so lítið. Høvdu skipini hvør sær skulað inn við síni veiðu, hevði ongin fingið nakað burturúr.

Gøtunes kom inn á Tvøroyri í gjár og var liðugur at landa um middagsleitið. Hann fór beinleiðis á fiskifeltið norðanfyri.

Myndin er tikin, tá Gøtunes sigldi fram við Lítlu Dímun.

Gøtunes

Gøtunes siglir framvið Lítludímun

Her er Gøtunes á veg útaftur

Gøtunes á veg útaftur

Facebooktwitterlinkedin
Tróndur í Gøtu landaði 1.850 tonsum av sild hjá Varðanum Pelagic. Teir eru farnir á væntandi seinasta sildatúr í ár.
Gøtunes landar stórstu last av sild til matna nakrantíð. Teir landa hjá Varðanum Pelagic.
Nýggjársheilsan frá Varðanum
Jólaheilsan
Dunga Jákup M/tr sleipaður heim
Søkt verður eftir maskinmanni til partrolara
Sjúrður Tollkasson sleipaður úr Gdansk til Skagen
Byggingin av frystitrolaranum, sum Mest byggir fyri Varðan, gongur eftir ætlan.
HR- & lønarumsitari til P/F Varðan Pelagic (farloyvisstarv)

Comments are closed.