Fólkaskúlanæmingar í starvenjing hjá Varðanum Pelagic

Fólkaskúlanæmingar í starvenjing hjá Varðanum Pelagic

Frá 27. januar til 7. februar vóru Gilli Augustinussen, Petur Hammer og Jannik Dalfoss úr 10. flokki í Tvøroyrar skúla í starvsvenjing hjá Varðanum Pelagic.

Vit fingu eitt prát við teir, áðrenn síðsta starvsvenjingardag teirra fyri at spyrja, hvussu teimum dámdu starvsvenjingina.

Orsøkin til, at teir valdu Varðan Pelagic var, at starvsfólk hjá Varðanum Pelagic vóru í skúlanum og høvdu eina framløgu um virkið. Framløgan fangaði teirra áhuga, tí Varðin Pelagic sýntist at vera eitt spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss.

Teimum dámdu væl starvsvenjingina, tí teir sluppu at royna seg í fleiri yrkisgreinum. Teimum nýttist ikki at stúra fyri nøkrum í starvsvenjingartíðini, tí teir fingu alt tað, ið teir høvdu brúk fyri frá virkinum, so sum klæðir, amboð, trygdarútgerð og mat.

Teir vilja viðmæla øðrum fólkaskúlanæmingum at fara í starvsvenjing hjá Varðanum Pelagic, tí talan er um eitt sera fjølbroytt arbeiðspláss við fleiri yirkisgreinum undir sama taki. Hetta er ein góður møguleiki hjá næmingum at ogna sær eina fatan av ymiskum arbeiðsøkjum og fáa íblástur, til tá tey fara at umhugsa framtíðaryrkisleið sína.

Vit takka Gilla, Peturi og Jannik fyri, at teir valdu Varðan Pelagic í samband við teirra starvsvenjing, og vit ynskja teimum alt tað besta framyvir.

Facebooktwitterlinkedin
Jarðarferðin hjá Jákup Jacobsen verður týsdagin 17. december 2024 kl. 13 úr Gøtu kirkju.
Tvey lærupláss í teknisku deild
Stjóri til nýtt altjóða sølufelag
Nýtt altjóða sølufelag sett á stovn
Føroyski sendiharrin í Kina vitjaði básin hjá Varðanum í Qingdao
Varðin luttekur á fiskivinnustevnini China Fisheries & Seafood Expo 2024, sum er í Qingdao.
Varðin Pelagic luttekur á Lestrargonguni 2024
Her er leinki til stroymingina av dópinum og móttøkuni
Finnur Fríði kemur á Gøtu umleið kl. 15 leygardagin

Comments are closed.