Ráðharrin í fiskimálum, Árni Skaale, var á vitjan hjá Varðanum Pelagic í dag. Aðalstjórin, Rógvi Reinert, var við á vitjanini. Eftir at hava boðið gestunum vælkomnum, helt stjórin í Varðanum, Bogi Jacobsen, eina framløgu um virksemi og framtíðarætlanir hjá Varðanum Pelagic.
Varðin Pelagic seldi 107.423 tons av fiski í 2021 til fleiri enn 30 lond.
Landsstýrismaðurin varð kunnaður um ymiskar menningarverkætlanir, sum virkið er í holt við, millum annað at flakaskeringsøkið verður útbygt fyri 20 milliónir, og fýra Baader maskinur afturat verða settar upp.
At enda fingu gestirnir høvi at vitja ein part av virkinum.
![]()
Mynd: Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og Bogi Jacobsen, samtaksstjóri hjá Varðanum.
Comments are closed.