Faroe Seafood fór undir trotabúgv í november 2010. Varðin, Framherji og Samherji fóru tá undir eina tilgongd at bjóða uppá virkir og skip. Tilboðið, sum felagið lat inn, varð góðtikið. Eitt nýtt felag varð stovnað í februar mánaði í 2011. Felagið hevði ymisk nøvn at byrja við; tað endaði tó við, at tað varð kallað Faroe Origin.
Hetta nýggja felagið keypti fýra flakavirkir og seks skip frá trotabúgnum. Tvey av flakavirkjunum vórðu seld burturav aftur. Gamla Lynfrost í Runavík og gamla Nykur á Toftum vórðu eftir.
Faroe Seafood hevði havt undirskot í fleiri ár, og av tí sama var manglandi viðlíkahald á virkinum. Neyðugt var tí við stórum umvælingum á virkinum, bæði í Runavík og á Toftum.
Ta fyrstu tíðina var bara arbeitt á virkinum í Runavík. Virkið tók ímóti upsa frá skipunum, sum hoyrdu til virkið. Tað, sum varð framleitt, var fyri tað mesta frystar upsaportiónir og nakað av feskum fløkum. Virkið framleiðir umleið 9.000 tons av upsa um árið.
Virkið á Toftum varð útleigað til Vaðhorn á Toftum tey fyrstu árini eftir at Faroe Origin hevði keypt, men í 2014 varð leigusáttmálin ikki longdur. Tá fóru Faroe Origin sjálvir undir saltfiskaframleiðslu á virkinum.
Í eitt tíðarskeið hevði Faroe Origin tvey skip afturat. Tey vórðu keypt úr Vági, og kallaðust Skúgvur og Munkur. Tey vórðu seinni seld aftur.
Síðan felagið varð keypt í 2010, eru stórar broytingar farnar fram. Hesar broytingar vóru neyðugar, fyri at fáa ein sunnan rakstur.
Í dag eru tvey virki í drift, virkið í Runavík og virkið á Toftum. Tað hoyra seks skip til felagið. Tey eru Heykur og Falkur, Stelkur og Bakur, Rókur og Lerkur.
Faroe Origin hevur egna søludeild, og selur upsan fyri tað mesta til Týskland og Frakland. Saltfiskurin fer til Italia, Spania og Portugal.
Felagið hevur 237 ársverk, harav 75 hoyra til skipini.