Faroe Marine Products

P/F Faroe Marine Products varð stovnað í 2001. Virkið varð sett á stovn saman við íslendingum, og føroyingar og íslendingar áttu hvør síni 50 prosent. Í dag er virkið 100 prosent føroyskt. Í 2016 keypti Varðin 50% av felagnum frá Eiriki á Húsamørk eigur 50%. Í dag eigur Varðin 86% av felagnum, og Eirikur á Húsamørk 14%.

FMP er eitt turkivirki. Rávøra hjá FMP er høvd, ryggir og heilur fiskur, og keypt verður frá flest øllum fiskavirkjum í Føroyum. Faroe Marine Products er millum størstu og mest framkomnu turkivirki í heiminum.

Í 2022 byrjaði FMP uppá framleiðslu av fiskaprotein og- lýsi. Tað er danska felagið Haarslev, sum var veitari av maskinunum. FMP megnar at framleiða millum 200 og 250 tons av rávøru um døgnið.

 

www.fmp.fo