Arbeiðstakarasáttmáli undirskrivaður um at byggja 24 íbúðir í Norðragøtu

Arbeiðstakarasáttmáli undirskrivaður um at byggja 24 íbúðir í Norðragøtu

Nú er arbeiðstakarasáttmáli undirskrivaður ímillum P/F Eyðabø og Búsetur, um at byggja 24 íbúðir í Norðragøtu.

Arbeiðið er skipað sum heildararbeiðstøka, og fevnir um at byggja tveir íbúðarblokkar við íalt 24 íbúðum. Harumframt verður eitt øki gjørt byggibúgvið, til ein møguligan triðja íbúðarblokk við 10 íbúðum.

Sáttmáli er somuleiðis undirskrivaður við Búsetur um at gera vega- og lendisarbeiðið til íbúðarøkið.
Herfyri varð samstarvsavtala gjørd ímillum P/F Eyðabø og Eysturkommunu, sum loyvir Eysturkommunu at leiga nakrar av íbúðunum.

Arbeiðið fer í gongd beinanvegin, og verður liðugt við ársenda 2026.

Dávid Jacobsen, nevndarformaður hjá Varðanum, og Sjúrður Holm, stjóru hjá Búsetur

Frá vinstru: Bogi Jacobsen, stjóri hjá Varðanum, Sjúrður Holm, stjóri hjá Búsetur, Dávid Jacobsen, nevndarformaður hjá Varðanum og Hallur Hansen, arbeiðsformaður hjá Búsetur.

Teldurgjørdar mynd sum vísur hvussu íbúðurnar fara at síggja út.

Facebooktwitterlinkedin
Varðin Pelagic luttekur á Lestrargonguni 2024
Her er leinki til stroymingina av dópinum og móttøkuni
Finnur Fríði kemur á Gøtu umleið kl. 15 leygardagin
Nýggi Finnur Fríði verður á Gøtuvík leygardagin
Skipaferðsla til Tvøroyri
Starvsfólk til roknskapardeildina hjá Varðanum
Arbeiðstakarasáttmáli undirskrivaður um at byggja 24 íbúðir í Norðragøtu
Finski motorframleiðarin Wärtsilä skrivar grein um framdriftsmotorin í nýggja frystitrolarinum, sum Varðin letur byggja í Føroyum.

Comments are closed.