Takkarskriv frá Varðanum Pelagic

Marinerað sild

Takkarskriv frá Varðanum Pelagic

Í fjør setti Varðin Pelagic sær sum mál at framleiða marineraða sild at geva húsarhaldum í Suðuroy í jólagávu. Okkara ynski var at framleiða eina serføroyska vøru og nýta føroyska rávøru, har tað var møguligt. Vit fingu Gutta Winther, ein av Føroya dugnaligastu kokkum, at hjálpa okkum við hesum.

Gutti gjørdi ikki minni enn 24 ymiskar smaksvariantar við alskins urtum og kryddi. Smakkirnir vóru presenteraðir fyri einum smakspaneli, og best umtókti smakkurin gjørdist ginn og tonik varianturin. Vit valdu tí at grunda smakkin í sildakrukkunum á barald – ein runnur, sum veksur í Føroyum, og sum ginn veður gjørt burturúr.

Framleiðslan var ikki uttan avbjóðingar, tí sildasesongin byrjaði ein mánað seinni enn væntað. Hetta gjørdi, at vit komu undir stórt tíðarpress at framleiða sildina til jóla, men við einum megnar avriki frá okkara starvsfólki og góðari uttanhýsis hjálp frá ungdómi í oynni, eydnaðist kortini at framleiða 1.500 sildakrukkur til jóla.

Sildin varð fiskað millum Føroyar og Ísland síðst í oktober í 2021. Dagin eftir varð sildin løgd í saltlaka á Varðanum Pelagic, inntil hon var klár at leggja í endaligu marinaduna. Sildin, ið vit nýttu, varð fiskað av skipunum hjá Varðanum, grønmetið kom frá bóndanum á Sandi, ginnið kom frá Faer Isles Distillery og tonikið kom frá Føroya Bjór. Úrslitið er sostatt ein serføroysk vøra, ið gevur ein dám av føroysku náttúruni.

Sildafløkini blivu ikki so føst, sum vit ynsktu. Tað eru vit hørm um, men vit hava lært nógv av hesari verkætlan, og vit gera tað heilt sikkurt betur næstu ferð. Vit eru tó sera nøgd við vælsmakkandi marinaduna, sum vit framleiddu í samstarv við Gutta, og at vit framleiddu eina serføroyska vøru við føroyskari rávøru.
Tøkk til tykkum øll, ið hjálptu okkum við framleiðsluni – uttan tykkum komu vit ikki á mál. Og ikki minst stóra tøkk til øll tykkum, sum vístu hesari verkætlan so stóran áhuga.
Facebooktwitterlinkedin
Stjóri til nýtt altjóða sølufelag
Nýtt altjóða sølufelag sett á stovn
Føroyski sendiharrin í Kina vitjaði básin hjá Varðanum í Qingdao
Varðin luttekur á fiskivinnustevnini China Fisheries & Seafood Expo 2024, sum er í Qingdao.
Varðin Pelagic luttekur á Lestrargonguni 2024
Her er leinki til stroymingina av dópinum og móttøkuni
Finnur Fríði kemur á Gøtu umleið kl. 15 leygardagin
Nýggi Finnur Fríði verður á Gøtuvík leygardagin

Comments are closed.