Hátíðarløta á skrivstovuni í Gøtu

Bogi handar Jórun gávu og blómutyssi

Hátíðarløta á skrivstovuni í Gøtu

Í dag hevur Jórun Fles lokið skrivstovu útbúgving. Jórun hevur staðið í læru í 2½ ár, og fyri nøkrum vikum síðan stóð hon sína yrkisroynd við einum flottum próvtali. Jórun er ágrýtin at læra nýtt, arbeiðssom og skilagóð. Í morgun var hátíðarløta á skrivstovuni í Gøtu, Bogi Jacobsen, stjóri, handaði Jóruni gávu og blómutyssi og bjóðaði skrivstovufólkunum góðan morgunmat og køku. Jórun heldur fram í starvi á skrivstovuni, og tað fegnast vit um. Vit ynskja henni hjartaliga til lukku við útbúgvingini og henni alt tað besta.

Bogi handar Jórun gávu og blómutyssi

 

Jórun fekk rustfríðar makrelar í gávu

 

Borðreitt var við góðum morgunmati og lagkøku

Facebooktwitterlinkedin
Stjóri til nýtt altjóða sølufelag
Nýtt altjóða sølufelag sett á stovn
Føroyski sendiharrin í Kina vitjaði básin hjá Varðanum í Qingdao
Varðin luttekur á fiskivinnustevnini China Fisheries & Seafood Expo 2024, sum er í Qingdao.
Varðin Pelagic luttekur á Lestrargonguni 2024
Her er leinki til stroymingina av dópinum og móttøkuni
Finnur Fríði kemur á Gøtu umleið kl. 15 leygardagin
Nýggi Finnur Fríði verður á Gøtuvík leygardagin

Comments are closed.