Starvsnæmingar á Varðanum Pelagic

Starvsnæmingar á Varðanum Pelagic

Í viku 37 og 38 vóru Olivur Øster og Jónathan Sørensen úr níggjunda flokki á Tvøroyrar skúla í starvsvenjing á Varðanum Pelagic. Teir vóru runt alt virkið og prøvaðu eitt sindur av hvørjum. Teir hava millum annað hjálpt til við umvælingum á teknisku deild, bakað vaflur í kantinuni og arbeitt við photoshop og heimasíðu á søludeildini.

Teimum dámdi avbera væl hjá okkum og vilja viðmæla øðrum fólkaskúlanæmingum at velja Varðan Pelagic til starvsvenjing.

Vit ynskja Olivuri og Jónathani alt tað besta framyvir og eru fegin um, at teir valdu Varðan Pelagic til teirra starvsvenjing.
Facebooktwitterlinkedin
Ein væleydnað fiskivinnumessa í Barcelona
SWG2024
Varðin básurin í Barcelona væl vitjaður
Myndir av nýggja Finnur Fríða í Skagen
Felagið Nótaskip og Varðin við í granskingarverkætlan saman við Setrinum og Havstovuni.
MEST byggja frystitrolara til Varðan
Tróndur í Gøtu seldur til Gardar í Norra
Gøtunes landar 600 tons til FMP
Gleðilig jól og gott nýggjár
Kann nýggja protein- og lýsivirkið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri nýta grøna elorku frá netinum hjá SEV?

Comments are closed.