Gitte Henning I

Gitte Henning I

Gitte Henning I hevur verðið til fiskiskap í góðan mánaða, og manningin letur væl at skipinum. Hesa ársins tíð, royna skipini eftir makrel og sild. Skipini í reiðaríðnum plaga at hava næmingar úr fólkaskúlanum umborð  í starvsvenjing, og hesaferð var tað Salomon Gregersen, sum gongur í Fuglafjarðar skúla. sum var í starvsvenjing. Salomon hevur veri við í 14.dagar, har hann var við til bæði tann ringasta túrin, har vit leitaðu eftur makreli í norsjónum, og tann besta túrin, har vit royndu norðanfyri eftir sild, og fingu 1650t, siga teir av skipinum. Eisini hevur Salomon tikið pannukøkuprógv umborð. Salomon er ein raskur og skilagóður næmingur, manningin og reiðaríð ynska honum alt tað besta.

 

 

 

 

 

Facebooktwitterlinkedin
Skrokkurin á nýggja frystitrolaranum, sum verður bygdur hjá Karstensens Skipsværft er málaður.
Upplivir tú ampar – sig okkum frá
Kunning um orsøk til ringa luktin fríggjadagin.
Varðin sýnir fram á fiskivinnumessu í Barcelona
Páskaheilsan frá Varðanum
Til minnis um Kára hjá skómakaranum í Gøtu
Les okkara ESG frágreiðing
Stjórin í nýggja sølufelagnum eitur Hendrik Egholm
Nýggjársheilsan

Comments are closed.