Næmingar í Tvøroyrar skúla sleppa á Varðan Pelagic at royna seg í ein dag

Næmingar í Tvøroyrar skúla sleppa á Varðan Pelagic at royna seg í ein dag

Tvøroyrar skúli og Varðin Pelagic hava sett í verk eina royndarverkætlan, har 8. og 9. floksnæmingar í Tvøroyrar skúla fáa í boði at koma í dagstarvsvenjing hjá Varðanum Pelagic.

Varðin Pelagic fer í næstum at hava eina framløgu fyri næmingunum, har tað verður kunnað um tey ymisku starvsøkini á virkinum. Eftir kunningina fáa næmingarnir møguleika at velja eitt ella tvey starvsøki á virkinum, har tey kunnu fara í dagstarvsvenjing. Næmingarnar koma at fylgja einum starvsfólki á økinum í ein dag.

Varðin Pelagic er eitt stórt og fjølbroytt arbeiðspláss, ið hýsir nógvum ymiskum yrkisgreinum. Hetta er ein góður møguleiki hjá næmingunum at ogna sær eina fatan av ymsum arbeiðsøkjum og fáa íblástur, til tá tey fara at umhugsa framtíðaryrkisleið sína. Afturat dagstarvsvenjingini er møguligt at koma í vanliga starvsvenjing á Varðanum Pelagic í tvær vikur.

Vit gleða okkum at bjóða 8. og 9. floksnæmingunum í Tvøroyrar skúla til dagstarvsvenjing á Varðanum Pelagic.

 

Facebooktwitterlinkedin
Jarðarferðin hjá Jákup Jacobsen verður týsdagin 17. december 2024 kl. 13 úr Gøtu kirkju.
Tvey lærupláss í teknisku deild
Stjóri til nýtt altjóða sølufelag
Nýtt altjóða sølufelag sett á stovn
Føroyski sendiharrin í Kina vitjaði básin hjá Varðanum í Qingdao
Varðin luttekur á fiskivinnustevnini China Fisheries & Seafood Expo 2024, sum er í Qingdao.
Varðin Pelagic luttekur á Lestrargonguni 2024
Her er leinki til stroymingina av dópinum og móttøkuni
Finnur Fríði kemur á Gøtu umleið kl. 15 leygardagin

Comments are closed.