Skrivstovulærlingur til Varðan

Skrivstovulærlingur til Varðan

Til umsitingina hjá Varðanum P/F verður søkt eftir skrivstovulærlingi

Varðin P/F eigur og rekur 5 uppsjóvarskip og ein botnfiskatrolara, umframt eigur Varðin samtakið fleiri dóttirfeløg.

Høvuðssætið er í Syðrugøtu og starvast umleið 400 fólk í samtakinum, harav 6 í umsitingini hjá móðirfelagnum.

Vit bjóða:

  • Eitt fjøltáttað og mennandi lærupláss, har tú fært ábyrgd og ávirkan á tín arbeiðsdag.
  • Tú fært gott innlit í høvuðsvinnuna í Føroyum, fyrst og fremst skiparakstur, men eisini avleiddar vinnur í fiskivinnuni.

Sum skrivstovulærlingur hjá Varðanum kemur tú at læra innan bókhald, lønir, umframt aðrar umsitingaruppgávur.

Vit vænta, at tú:

  • Hevur miðnámsprógv
  • Ert fyrikomandi og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • Sum persónur ert tú ágrytin, nærlagdur og íðin eftir at læra

Lærutíðin er 2-4 ár, alt eftir hvørja útbúgving tú hevur frammanundan.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum S&K og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Starvið verður sett 1. mai 2019 ella eftir nærri avtalu.

Umsóknarfreistin er 29. mars 2019.

Umsókn við avritum av prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum verða send: tor@vardin.fo

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Tórheðin Jensen, umsitingarleiðara á tel 291600 ella tor@vardin.fo

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Facebooktwitterlinkedin
Jarðarferðin hjá Jákup Jacobsen verður týsdagin 17. december 2024 kl. 13 úr Gøtu kirkju.
Tvey lærupláss í teknisku deild
Stjóri til nýtt altjóða sølufelag
Nýtt altjóða sølufelag sett á stovn
Føroyski sendiharrin í Kina vitjaði básin hjá Varðanum í Qingdao
Varðin luttekur á fiskivinnustevnini China Fisheries & Seafood Expo 2024, sum er í Qingdao.
Varðin Pelagic luttekur á Lestrargonguni 2024
Her er leinki til stroymingina av dópinum og móttøkuni
Finnur Fríði kemur á Gøtu umleið kl. 15 leygardagin

Comments are closed.