Søgan

Uppsjóvarvirkið á Tvøroyri, Varðin Pelagic, varð stovnað í januar 2012. Bygningurin, ið húsast verður í, var fyrrverandi Tvøroyrar flakavirki, ið Delta Seafood hevði keypt, eftir at Faroe Seafood var farið á tvingsilssølu. Delta Seafood fór í samstarv við Varðan í Gøtu um at byggja eitt uppisjóvarvirki. Varðin Pelagic læt upp í juli í 2012.

Felagið hevur alla virðisketuna og kann tillaga krøv og mannagongdir, frá tí at fiskurin er veiddur, til vøran er seld. Tað er ein stórur fyrimunur fyri keyparan. Harafturat leggur felagið dent á, at veitanin er framúr og ongin neyðsemja verður gjørd, tá ið talan er um góðsku. Selt verður til fleiri marknaðir, og tað tryggjar, at sølan ikki er viðkvom.

Við tíðini eru fleiri útbyggingar gjørdar.

Í 2014 var ein stór frystigoymsla bygd, so at goymslan vaks úr 6.000 tonsum til 15.000 tons. Innfrystingarorkan varð eisini økt við 30 prosentum.

Í 2016 varð ein skrivstovubygningur bygdur, sum savnaði alla umsitingina hjá Varðanum Pelagic.

9. juni í 2017 brendi virkið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri. Ein trist hending. Men at byggja virkið uppaftur gekk skjótt. Longu í september 2018, stívliga eitt ár eftir eldsbrunan, lat virkið uppaftur.

Nýggja virkið er stórri enn tað fyrri. Tað fyrra framleiddi umleið 600 tons um samdøgnið, og nýggja virkið klárar umleið 1000 tons um samdøgnið.

Í juni 2024 setti Varðin Pelagic tangar til súrløgu upp við virkið við Havnaøki, so møguligt varð at taka ímóti avskurði, tá ið framleitt verður. Tað er við til at minka um tysti á farleiðina um suðuroyarfjørð, tí frammanundan varð allur avskurður fyltur í bingjur, fluttar við smyrli, síðani koyrdur við lastbili tí Fuglafjarðar – aftur og fram.  

Súrløga verður selt til fóðurframleiarar. Tangarnir taka 3000 tons av súrløgu.

Umleið 120 starvsfólk eru á virkinum, tá ið verktíðin er.