Góðskustýring

Matvørutrygd og góðska hevur hægstu raðfesting hjá okkum, bæði í veiðiliðinum, í virkisframleiðsluni og í lidnu vøruni. Virkið og skipini hava tætt samband fyri at menna fiski- og framleiðslumannagongdir, ið koma vørugóðskuni til góðar. Varðin Pelagic hevur fleiri roynd starvsfólk, ið arbeiða við góðskueftirliti. Eisini umborð á skipunum eru góðskufólk, ið gera metingar av rávøru góðskuni.

Beinanvegin fiskurin er komin umborð á skipið, verður hann latin í kølitangar. Varðin Pelagic er eitt nýmótans virki, ið tryggjar støðuga køling undir allari framleiðsluni. Tað vil siga, at frá tí at fiskurin er komin í kølitangarnar umborð á fiskiskipinum, til hann er farin til frysting á virkinum, verður hann støðugt hildin á 1,5 kuldastig.

Vit hava fult sporføri á okkara vørum heilt frá fiskimiðinum, gjøgnum alla virkisframleiðsluna, og inntil lidna vøran verður avskipað til keyparan.

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur eftirlit og ger kanningar á virkinum fyri at tryggja, at framleiðslan lýkur øll neyðug krøv sambært matvørulóggávuni.