Dunga Jákup handaður mánadagin

Dunga Jákup handaður mánadagin

Dunga Jákup er nú handaður Varðanum mánadagin.
Frá vinstru: Mouritz Mohr, stjóri hjá MEST, Eiler Jacobsen nevndarlimur hjá MEST, Per Jacobsen, nevndarformaður hjá Varðanum og Sámal Joensen, stjóri hjá Varðanum.
Mánadagin 23. november 2026, varð nýbyggningur 118 handaður Varðanum á samkomu í Runavík.
Nú stásiliga skipið er levera taka Mourtz og Sáman í hondina á hvørjum øðrum.
Dunga Jákup er eitt framkomið skip, sum er útgjørt til framtíðar krøv. Skipið er 44,15 metrar langt og 11,60 metrar breitt. Frystitrolarin hevur ein framkomnan Wartsila-25 motor við 2611 HK. Hetta er ein motorur, sum brennur lítið og sum er gjørdur klárur til at verða umbygdur til grønar loysnir.
Sniðið á skipinum er gjørt í góðum samstarvi millum Varðan og MEST so ein kann tryggja so góð arbeiðsviðurskifti og hentleikar til manningina umborð sum møguligt.  Skipið hevur eina fabriksloysn við eini frystiorku á 40 tons um dagin.
Skipari og manning fara í holt við at rigga til fiskiskap, og væntandi fer tað at taka nakað av tíð.
Skipið verður formliga doypt “Dunga Jákup” seinni, tá tað viðrar. Kunning verður her á síðuni.
Facebooktwitterlinkedin
Dunga Jákup handaður mánadagin
Tvey útlendsk skip landa makrel hjá Varðanum Pelagic
Bogi Jacobsen farin frá sum stjóri í P/F Varðin
Framleiðslu- & innkeypsleiðari til Varðan Pelagic
Business kontrollari til Varðan
Jákup Eli Thomsen er nýggjur stjóri hjá Varðanum Pelagic.
Varðin hevði eitt gott ár í 2025
Tróndur í Gøtu landaði 1.850 tonsum av sild hjá Varðanum Pelagic. Teir eru farnir á væntandi seinasta sildatúr í ár.
Gøtunes landar stórstu last av sild til matna nakrantíð. Teir landa hjá Varðanum Pelagic.

Comments are closed.