Vilt tú arbeiða við tølum, greining og rapportering í einum av størstu vinnusamtøkum í Føroyum?
Um starvið
Sum business kontrollari við ábyrgd av rapportering verður tú ein týðandi partur av fíggjardeildini og samtakinum yvirhøvur. Tú hevur ein leiklut í at uppbyggja, greina og viðlíkahalda rapporteringar; umframt tryggja góðskuna í bókhaldinum og betra um arbeiðsgongdir. Tú kemur at arbeiða tætt saman við starvsfeløgum í fíggjardeildini, og kemur tú somuleiðis at samstarva við leiðarar og starvsfólk tvørtur um feløgini í samtakinum fyri at tryggja góða og viðkomandi rapportering.
Arbeiði fevnir m.a. um:
- at uppbyggja fíggjar-, rakstrar-, og framleiðslurapportir
- at greina rapportir til nevnd, leiðslu og lyklapersónar
- at viðlíkahalda og menna rapportir
- at hava eftirlit við og góðskutryggja bókhaldið
- at betra um og skjalfesta arbeiðsgongdir í fíggjardeildini
Vit leita eftir persóni, ið hevur:
- viðkomandi starvsroyndir innan roknskap, rapportering og dátugreining
- víðkaðar KT-førleikar, herundir fatan av dátugrunnum
- royndir innan Business Central og Power BI
- evni at taka ábyrgd og arbeiða sjálvstøðugt og skipað
- nemt við at seta seg inn í KT skipanir og er forvitin eftir at betra um arbeiðsgongdir
- jaligan hugburð, góð samstarvsevni og dugir væl at samskifta; bæði munnliga og skriftliga
Um Varðan
Varðin er eitt áhugavert og spennandi arbeiðspláss við nógvum ymiskum fakbólkum. Við høvuðssæti í Syðrugøtu fevnir samtakið, umframt skiparakstur, um framleiðslu á landi – bæði á Tvøroyri og í Leirvík.
Setanarviðurskifti og umsókn
Tú verður partur av fíggjardeildini, har vit bjóða eitt spennandi og avbjóðandi starv við fjølbroyttum uppgávum. Talan er um eitt fulltíðarstarv við møguleika fyri bæði persónligari og fakligari menning. Løn og treytir sambært avtalu.
Arbeiðsstaðurin er í høvuðsheitum á skrivstovuni hjá Varðanum í Syðrugøtu.
Vilt tú hoyra nærri um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Rana Nolsøe Johannessen, umsitingarleiðara, á +298 291685 ella rnj@vardin.fo. Umsókn við prógvum, CV og møguligum viðmælum kann sendast til hr@vardin.fo í seinasta lagi sunnudagin 20. september 2026.
Comments are closed.