Skrokkurin til frystitrolaran Dunga Jákup M/tr, sum er bygdur á Stozcnia Wisla skipasmiðjuni í Gdansk í Póllandi, varð sjósettur og yvirtikin í dag.![]()
Í samband við sjósetingina, varð minni hátíðarhald við luttøku av umboðum frá Varðanum og MEST í Gdansk. Myndirnar eru frá hátíðarhaldunum í Gdansk.
Tá skrokkurin er komin heim verður hann liðugtgjørdur á MEST á Skála. Væntandi tekur sleipið umleið 10 dagar í mun til veðrið.
Skipið verður væntandi latið Varðanum á sumri 2026
P/F Varðin
P/F Hvanngarður er felagið, sum Dunga Jákup hoyrir til.
Her eru nakrar myndir frá hátíðarhaldinum, tá Dunga Jákup varð sjósettur.
- Dunga Jákup liggur við kaj
- Umboð fyri Varðan og MEST
Comments are closed.