Tann 12. januar andaðist Kári Hansen við Gøtugjógv 86 ára gamal, og hann fór til gravar 16. januar úr Filadelfia í Gøtu, har ein hópur av fólki vildi siga honum tað seinasta farvæl.
Kári var sonur Marsannu, kend sum hárfríðkanarkvinna, og Jakku, serliga kendur sum skómakari og nógv annað. Bæði høvdu størv, har tey komu í samband við nógv fólk og vóru eisini væl umtókt.
Systkini hjá Kára vóru Anna, sum fór foldum frá í 2006. Og brøðurnir Jóannes, búsitandi við Gøtugjógv og Líggjas, sum býr í Klaksvík. Báðir hava verið virknir smiðjumenn.
Kári hevði eitt langt og virkið lív. Hann fór ungur til skips við sluppini Lítla Emma. Aftaná fyrsta skipslívið fór hann í smiðjulæru í ”Gulu Smiðju” í Saltangará, har Oliver Rasmussen var kendur stjóri.
Tá hitti hann Katu, dóttir Amaliu og Anthon Jacobsen, á Toftum. Tey blivu gift og fóru eitt skifti til Danmarkar, har Kári lærdi til maskinmeistara. Hann sigldi fyrstu árini við skipum hjá reiðarínum ØK.
Komin heim aftur búsettust tey við Gøtugjógv og hava her havt eitt framúr heim, har øll hava verið vælkomin inn á gólvið. Hann hevur siglt við Stellubátunum, Jupiter, Sjúrða Tollakssyni, Kristinu Logos og fleiri skipum hjá Royal Greenland. Millum túrarnar koyrdi hann ofta lastbil hjá Hera Thomsen.
Tey fingu børnini, John, Arvid, Jaspur, Terja og Marilyn. Tað er kent, hvussu stóra umsorgan tey hava havt fyri foreldrunum, nú tey eldust.
Her er eisini ein serlig søga. Fyri kortum varð søgan um ”mjadnabørn” kend í Føroyum, eisini í KVF. Hetta vórðu børn, sum vórðu send á sjúkrahús í Kalundborg í Danmark í tvey ár at fáa viðgerð fyri mjadnafeil. Kári og Kata kundu senda ikki bert ein, men tveir synir til hesa viðgerð. Hetta var hart bæði fyri børn og foreldur.
Men familjan slapp at vitja teir, og í hesum sambandi blivu tey vinir við starvsfólk á sjúkrahúsinum fyri lívið.
Yngsti sonurin Terje hevur skósøluna við Gøtugjógv og hevur hann tikið arvin upp eftir abban, Jakku, sum umframt at vera skómakari eisini seldi skógvar. Kári var heldur ikki sørur at forsolla. Hetta skógvavirksemið man hava verið í ættini stóran part av eini øld.
Var við til at byrja Varðan.
Kári var ein av teimum sum legði grundarlagið fyri verandi virksemið hjá Varðanum, ið nú er vorin ein tann fremsta fiskivinnufyritøkan í landinum.
Hetta hendi í 1985 saman við m.ø. gøtumonnunum Tummas Thomsen, og Jákup Jacobsen, sum júst er farin frá okkum.
Hann hevur tískil verið við í allari teirri framúr og ótrúligu menning, sum hevur verið í føroysku fiskivinnuni í hansara tíð.
Varðin bílegði tað fyrsta uppisjóvarskipið við navninum Tróndur í Gøtu. Hetta var eitt stórt stig. Alt var óvist og skipið varð skjótt hótt av húsagangi, sum slapst undan við at minka partin hjá manningini. Síðan tá kann sigast, at tað hevur gingið sera væl, og Varðin byggir framvegis nýggj skip.
Kári var maskinmeistari fyrstu tíðina við Tróndi í Gøtu, men umstøður gjørdu, at hann fór aftur at sigla hjá Royal Greenland.
Hann gavst at sigla mitt í 90-unum. Men hevur alla tíðina til nú verið dyggur stuðul hjá Varðanum og tað var altíð gleðiligt at fáa Kára á vitjan á skrivstovuni, við sínum brosandi smíli og jaliga lindi.
Seinastu tvey árini kundi Kári ikki vera heima, og var á Røktarheiminum í Runavík. Her fekk hann góða umsorgan, eisini frá vinfólki í Gøtu. Sámal á Toft úr Syðrugøtu fór hvønn mikudag við honum á kafé í Elim í Søldarfirði, har hann hitti nógv fólk, sum hann fekk hugnalig prát við.
Kári var ikki tann, sum gjørdi nógv burtur úr sær sjálvum. Men dyggur var hann sum fáur. Eisini tí verður hann mintur av øllum sum kendu hann.
Æra verður minni um Kára Hansen.



Comments are closed.